Tá HB hóskvøldið tekur ímóti skotska Motherwell í Gundadali, er tað við einari heimarøð í Evropa, sum fá føroysk feløg kunnu vísa á.
HB hevur nevniliga ikki tapt ein evropeiskan heimadyst í Føroyum síðani 2016. Síðani tá hevur felagið spælt átta heimadystir í evropeiskum kappingum uttan at tapa.
Røðin sær soleiðis út:
2-2 móti HJK Helsinki (2019)
2-2 móti Linfield (2019)
4-0 móti Buducnost Podgorica (2021)
1-0 móti Maccabi Haifa (2021)
1-0 móti Newtown (2022)
0-0 móti Derry City (2023)
0-0 móti Hajduk Split (2024)
1-1 móti Brøndby (2025)
Sostatt hevur HB fingið fýra sigrar og fýra javnleikir í teimum seinastu átta evropeisku heimadystunum í Føroyum.
Tað er serliga vert at leggja til merkis, at fleiri av mótstøðuliðunum hava verið nógv størri enn HB. Maccabi Haifa hevur fleiri ferðir spælt bólkaspæl í Champions League, Hajduk Split er eitt av størstu feløgunum í Kroatia, og Brøndby er eitt av kendastu feløgunum í Danmark. Kortini hevur eingin teirra megnað at vunnið í Gundadali.
Nú stendur enn ein torfør avbjóðing fyri framman. Motherwell kemur til Føroya við einari 2-0-leiðslu frá fyrra dystinum, men skal HB finna vónina um víðari luttøku, kann felagið í hvussu er líta aftur á eina sera sterka heimarøð í Evropa, har liðið ikki hevur tapt síðani 2016. Dysturin móti Motherwell byrjar hóskvøldið 30. juli kl. 18.00.
Kelda: FaroeSoccer
Umrøðan av HB í Conference League 2026 er gjørd í samstarvi við: