HB hevur nógv at spæla fyri, hóast 0-2 tapið móti skotska Motherwell í fyrra dystinum. Tað staðfesti liðskiparin Lukasz Cieslewicz, tá skotskir journalistar tosaðu við hann eftir dystin á Fir Park í farnu viku.
– Sjálvandi geva vit okkum sjálvum ein møguleika. Vit hava áður staðið í líknandi støðu í evropeiskum dystum, har vit hava verið aftanfyri. Umstøðurnar vóru øðrvísi tá, og eingir dystir eru eins. Men vit spæla altíð fyri at vinna, og vit trúgva upp á, at vit hava ein møguleika, segði Cieslewicz.
Spældu sum væntað
Skotsku miðlarnir spurdu eisini, um Motherwell var júst tað liðið, sum HB hevði væntað.
– Ja. Eg hevði sæð seinasta dystin hjá teimum frá farna kappingarárinum. Teir hava fingið nýggjan venjara og nakrar nýggjar leikarar, men vit vistu, at teir eru sera arbeiðssamir, góðir á bóltinum og royna at spæla áleið sama fótbólt sum undir undanfarna venjaranum. Tí var tað týdningarmikið, at vit vóru væl skipaðir, og tað haldi eg eisini, at vit vóru.
Vónar at Tórsvøllur verður ein fyrimunur
HB hevur fingið fleiri góð úrslit á heimavølli í Evropa seinastu árini, og tað varð eisini tikið upp á tíðindafundinum.
Liðskiparin heldur, at heimavøllurin kann gerast ein týdningarmikil fyrimunur.
– Tað er torført at siga júst, hví tað gongur so væl hjá okkum á heimavølli. Eg haldi, at øll lið í Evropa kenna seg tryggari á heimavølli. Men ein fyrimunur hjá okkum er sjálvandi graslíkið, sum tit helst ikki eru von við at spæla á. Eg vóni, at tað verður ein fyrimunur hjá okkum í seinna dystinum í næstu viku.
HB tekur ímóti Motherwell á Tórsvølli hóskvøldið, har føroyameistararnir skulu royna at venda samlaða 2-0-tapinum og halda evropeiska dreyminum á lívi. Dysturin byrjar kl. 18.00 og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Umrøðan av HB í Conference League 2026 er gjørd í samstarvi við: