Ungu føroyingarnir eru nú heilt nær spælitíð í bestu donsku deildini og í dag kom onnur inn.
Í dag byrjaði besta deildin í donskum kvinnufótbólti, har serligur føroyskur áhugi er um FC Nordsjælland, har 17 ára gamla Sara Benjaminsen og 16 ára gamla Kára Sigurðsson spæla. Kára hevur fingið sína debut í steypakappingini og í dag fekk hon sínar fyrstu minuttir í landskappingini, tá hon bleiv skift inn í 61. minutti. Sara fekk sínar fyrstu minuttir í landskappingini farna kappingarár og var í dystarhópinum í dag, men kom ikki inn.
OB vann dystin 1-0 á útivølli móti FC Nordsjælland.