UEFA hevur givið føroyskum dómarum álitisuppgávur í evropeiskum fótbólti.
Jóhan Hendrik Ellefsen verður høvuðsdómari í UEFA Conference League-dystinum millum Nõmme Kalju úr Estlandi og Shelbourne úr Írlandi, sum verður spældur í estlendska býnum Pärnu.
Við sær hevur hann føroysku hjálpardómararnar Dan Petur Pauli Højgaard og Jørleif Djurhuus, meðan Høgni Madsen verður fjórði dómari. Tað merkir, at alt dómaratoymið til dystin er føroyskt.
Eisini hevur Petur Reinert fingið uppgávuna sum UEFA dómaraeygleiðari til Conference League-dystin millum skotska Hibernian og kosovska Malisheva, sum verður spældur á Easter Road í Edinburgh.