UEFA hevur sett David Smajc úr Slovenia at døma fyrru Champions League-undanumfarsuppgerðina millum Kauno Zalgiris og KÍ, sum verður spæld á Jonava City Central Stadium í Litava mikukvøldið. Nevnast kann, at hann hevur dømt KÍ einafrð áður og tað var, tá KÍ vann 3-0 í Budapest móti Ferencváros í 2023. Hann hevur eisini dømt føroyska A-landsliðið, tá Føroyar í Póllandi taptu 2-0.
Smajc fær hjálp frá landsmonnunum David Gabrovec og Tomaž Cerne, sum verða linjuverjar, meðan Zan Jazbec verður fjórði dómari.
VAR verður eisini nýtt til dystin. Matej Jug verður videodómari (VAR), og Asmir Sagrkovic verður hjálpar-VAR.
Dysturin millum Kauno Zalgiris og KÍ byrjar mikukvøldið klokkan 17.00.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: