Í Litava koyrir landskappingin, men hetta vikuskiftið hava liðini, sum luttaka í altjóða kappingum, fingið frí fyri at geva bestu fortreytir til seinnu altjóða dystirnar í komandi viku.
Undan dystinum í Klaksvík hevði Kauno Zalgiris ein heimadyst móti einum botnliði, har venjarin hvíldi næstan alt liðið, sum skuldi spæla móti KÍ. Hetta vikuskiftið skuldi Kauno Zalgiris eftir skránni spæla toppdyst móti Sudova, men fyri nøkrum døgum síðani kundi síggjast á skránni, at Evropaliðini í Litava ikki spæla hetta vikuskiftið. Orsøkin er, at fótbóltssambandið í Litava ynskir at geva teimum bestu fortreytir at koma víðari.
Hetta er ikki óvanligt í summum londum. M.a. hava vit sæð, at PSG í Fraklandi, sum hevur vunnið Champions League síðstu tvey árini, trý tey síðstu árini hevur fingið dystir útsettar, tá fjórðingsfinalur ella hálvfinalur hava verið leiktar.
Føroysku liðini hava í løtuni summarfrí frá landskappingini, og tí hava mótstøðuliðini ikki nakran fyrimun á hesum økinum í 1. ella 2. umfari.
Kauno Zalgiris-KÍ spæla mikudagin kl. 17.00.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: