Mótstøðuliðið hjá NSÍ um 23 tímar er ikki komið til landið enn.
Søgan hevur tað við at endurtaka seg, og tað kann sigast um upptaktina hjá NSÍ til annað umfar í Conference League. FC Koper úr Slovenia skuldi eftir ætlan vant í Klaksvík í kvøld, eitt døgn áðrenn dystin.
Men eins og hjá Hamrun Spartans, so kemur hópurin ikki til Føroyar fyrr enn á dystardegnum. Sum skilst gjørdi flogfarið vegna veðurforsøgnina onga roynd at koma til Føroyar í dag, men hevur útsett til í morgin. Flogfarið lendi í Malmø í kvøld og sambært okkara síðstu upplýsingum, so fer hópurin í fýra bólkum til Kastrup hósdagin, har tveir bólkar fara við tveimum flogførum hjá Atlantic, meðan tveir bólkar fara við tveimum flogførum hjá SAS.
Ættin verður áleið tann sama í morgin, so tíðin má vísa, um leiguflogfarið fær lent tá. Øll flogførini hjá Atlantic hava lent í dag, men til tíðir er nógvir mjørki í Vága floghavn.
Greinin er dagførd kl. 23.01