KÍ var betra liðið, men stóru málmøguleikarnir manglaðu.
Tað endaði 0-0 í Klaksvík í einum dysti við fáum stórum málmøguleikum. KÍ hevði teir flestu sum vóru, men ongantíð kom heilt stóri málmøguleikin. Hjá KÍ fór Árni Frederiksberg út við skaða eftir hálvan tíma, og tað hevði helst stóra ávirkan á álopskenda partin hjá KÍ. KÍ mentist gjøgnum dystin, og í seinna hálvleiki skuldi KÍ kanska havt fingið eitt mál, tí ofta vóru góðar støður. Í verjuspælinum var KÍ-avrikið gott.
Í Litava fellir avgerðin, og tá skal KÍ til at avrika væl, tí Kauno Zalgiris verður helst í nakað betri útgávu.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: