Željko Sopic hevur valt at taka graslíki fram undan Champions League dystinum í morgin.
Željko Sopic bleiv eftir dystin hjá meistarunum og oddaliðnum í Litava í vikuskiftinum spurdur um dystin móti KÍ í 2. umfari í Champions League. Hann segði, at hann fór serliga at hyggja eftir teimum dagin eftir, men hann visti nakað um føroyska liðið.
- Men leikarar úr hesum partinum av heiminum, Føroyum, spæla ofta upp á sama hátt sum lið úr Norðurlondum – Noregi, Danmark og Svøríki. Tað er nógv við longum bóltum, deyðbóltsstøðum, longum innkøstum og øðrum bóltum. Eru vit fyrireikaðir til tað, so haldi eg, at vit kunnu vinna á teimum. Um vit spæla sum vit gjørdu seinastu 30 minuttirnar móti Drita, so haldi eg ikki, at tað verður ein stór trupulleiki. Men, um eg skal vera heilt erligur, so eru slíkir dystir altíð 50-50. Vit vita eisini, at vit fara at spæla á kunstgrasi, og teir hava helst ein fyrimun har, tí teir venja og spæla sínar dystir á hesum undirlagnum. Tað týdningarmesta fyri meg er tó, at allir leikararnir, sum vóru tøkir til dystin í dag, eisini verða tøkir til seinna dystin. Vit hava nakrar trupulleikar við ávísum leikarum, men eg vóni, at teir verða klárir til returdystin. Eftir henda fyrra dystin hava vit nakrar dagar at venja saman, og eg haldi, at hetta er eitt stórt høvi fyri litaviskan fótbólt. Eg veit ikki, um øll skilja tað, men tað er sanniliga eitt framúr gott høvi, segði venjarin á tíðindafundinum.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: