UEFA hevur sett eitt reint franskt dómaratoymi at døma fyrra Champions League-dystin millum KÍ og Kauno Zalgiris, sum verður spældur á Djúpumýru týskvøldið.
Høvuðsdómari verður Bastien Dechepy, sum síðani 2020 hevur verið fastur dómari í bestu fronsku deildini, Ligue 1. Hann hevur millum annað dømt dystir við feløgum sum Paris Saint-Germain, Lyon, Marseille, Monaco og Lille.
Hjálpardómarar verða Erwan Finjean og Thomas Luczynski, meðan Ruddy Buquet verður fjórði dómari.
Í VAR-rúminum verður royndi Nicolas Rainville, sum áður hevur dømt meira enn 130 dystir í Ligue 1 og verið FIFA-altjóðadómari. Hann er í dag ein av teimum royndu VAR-dómarunum hjá franska dómarasambandinum. Honum til hjálpar verður Jérémie Pignard sum AVAR.
Dysturin millum KÍ og Kauno Žalgiris verður spældur týskvøldið klokkan 19.45 á Djúpumýru.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: