HB boðar frá, at ein ungur lokalur nú hevur gjørt sáttmála við felagið.
HB skrivar:
Fyrsti sáttmálin hjá Edvardi
Ein av okkara spennandi ungu leikarum, Edvard Falkenberg, hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála.
16-ára gamli Edvard er álopsleikari, sum í ár hevur hann fingið sínar fyrstu minuttir í 1. deild.
Edvard verður eisini við í ferðalagnum, sum mánadagin setir kós ímóti Skotlandi og Motherwell.