Mótstøðuliðið hjá KÍ raðfestur dystin týsdagin høgt.
Kauno Zalgiris spældi landskappingardyst í dag, fýra dagar eftir 3-2 sigurin í Kosovo. Kauno Zalgiris valdi at spara 9 av 11 leikarum. Bara málverjin og eini verjukendi leikarin, sum bleiv útskiftur í hálvleikinum, spældu aftur frá byrjan.
Kauno Zalgiris vann heimadystin 4-0 móti botnliðnum FA Siauliai og er framvegis oddalið í deildini.
Millum dystirnar móti KÍ skal Kauno Zalgiris spæla toppdyst á heimavølli móti Suduva, sum tá kann taka oddasessin, um liðið fyrst vinnur mánadagin.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: