Skal KÍ koma í deildarspæl, so er fyrsti møguleikin av teimum trimum mest sannlíkt tann besti møguleikin.
Kauno Zalgiris er meistari í Litava og hóast hópurin hevur nakað hægri virði enn KÍ, so eigur hetta at verða ein uppgerð, har KÍ hevur ein møguleika at spæla seg víðari. Skuldi tað ikki eydnast, so hevur KÍ tveir møguleikar afturat at spæla seg í deildina í Conference League, men sannlíkt er, at mótstøðuliðini verða sterkari tá.
Í 3. umfari í Evropa League verður mótstøðuliðið eftir lutakastið mánadagin eitt av hesum:
Taparin av Víkingi Reykjavík(Ísland)-Hapoel Beer-Sheva(Ísrael)
Taparin av AGF(Danmark)-Lech Poznan (Pólland)
Taparin av Larne(Norðurírland)-Reyða Stjørna (Serbia)
Taparin av Levski Sofia(Bulgaria)-U Craiova (Rumenia)
Taparin av Ararat-Armenia(Armenia)-Shamrock Rovers (Írland)
Taparin av Omonia Nicosia (Kýpros)-Kairat (Kasakhstan)
(dagført og rættað kl. 18.36)
Tapur KÍ so aftur har, so kann mótstøðuliðið í røkkstøkkdystunum í Conference League kanska blíva t.d. eitt av hesum (her er meir óvissa, tí liðini skulu fyrsta spæla 2. umfar áðrenn hetta lutakastið):
Flora Tallinn (Estland)
FC Thun (Sveis)
Sabah FC (Aserbadjan)
Iberia 1999 (Georgia)
Egnatia (Albania)
Sjálvandi spælir lutakastið aftur nógv inn her. Men hesi umførini skal havast í huga, at KÍ spæla landskappingardystir ímillum dystirnar. Og søgan sigur okkum, at ongantíð er tað hent enn, at eitt føroyskt lið hevur vunnið 3. umfar ella røkkstøkkdystir, tá liðini hava spælt minst fýra dystir frammanndan (sum mann vanliga ger fyri fyrstu tvey umførini).
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: