Tað var stórur munur á, nú liðini høvdu eina viku hvíld.
Tað er eingin ivi um, at FSF og feløgini dumpaðu í, hvussu skráin uppundir altjóða dystirnar var løgd, har tað uppá 20 dagar blivu spældir fimm dystir hjá øllum trimum Evropaliðunum, harav fleiri eisini skuldu í longda leiktíð.
Hetta sást aftur í, at øll føroysku liðini avrikaðu munandi verri í seinna hálvleiki í fyrra dystinum í 1. umfari. Føroysku liðini taptu tilsamans 4-1 í seinna hálvleiki, hóast tvey av liðunum spældu á heimavølli.
Nú høvdu liðini sjey-átta dagar hvíld og tað sást aftur. Nú endaði tað í seinna hálvleiki tilsamans 4-3 til føroysku liðini í seinna hálvleiki, hóast tvey av teimum spældu á útivølli í nógvum hita.
Ein lærupeningi til komandi árini, har liðini ikki skulu trýstast við fimm dystum uppá 20 dagar beint uppundir altjóða kappingarnar. Tað eru FSF og feløgini, sum leggja og góðtaka leikdagar. Øll føroysku feløgini fáa inntøkur frá UEFA eftir, hvussu væl føroysku liðini klára seg í altjóða fótbólti.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: