Ein brotsspark í yvirtíðini sendi NSÍ víðari í Conference League.
Tað gjørdist sera spennandi á Malta, har NSÍ skuldi royna seg eftir 1-1 í Føroyum fyrra dystin. NSÍ byrjaði væl og Michal Przybylski legði NSÍ á odda 1-0, men Hamrun Spartans javnaði beint eftir hálvleik. Í yvirtíðini fekk NSÍ brotsspark, sum Petur Knudsen skoraði uppá. Leiðslan helt og NSÍ er fyri aðru ferð í søgu felagsins víðari í altjóða fótbólti. Hetta er triðju ferð, at føroysk lið vinna seg víðari móti liðum frá Malta. B36 í 2005 og KÍ í 2018. Bæði vunnu samanlagt á Birkirkara.
NSÍ skal møta Koper úr Slovenia í øðrum umfari.