Víkingur spælir í kvøld seinna og avgerandi dystin í Conference League móti íslendska felagnum Stjarnan.
Stjarnan vann fyrra dystin 3-1, so hesaferð skal Víkingur gera tað, sum B36 megnaði sum tað fyrsta og higartil einasta føroyska felagið í 2022. At venda eini uppgerð, har fyrri dysturin var taptur við tveimum málum og koma víðari.
Víkingur skrivar á síni síðu, at skipað verður fyri ókeypis busstúri við tilmelding úr Gøtugjógv kl. 17.00. Dysturin byrjar kl. 18.00 og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá Víkingi í 2026 er gjørd í samstarvi við: