KÍ greiddi sína skyldu í Luksemborg.
Árni Frederiksberg skoraði sítt 15. altjóða mál við flottum langskoti, sum kom óvæntað á málverjan, men FC Atert Bissen javnaði í 25. minutti, tá Jean Carlos, sum fyrstu 25 minuttirnar tók nakrar sera løgnar avgerðir, hekk eftir í verjulinju
KÍ hevði havt hvíld í átta dagar undan dystinum, og tað sást aftur, tí tað var eitt lið, sum var væl fyri at spæla seinna hálvleik hesaferð, sum KÍ eisini vann 1-0. Tað var vælkenda uppskriftin uppá hornaspark, har Árni sendi innfyri við nærmastu stong, har Páll A. Klettskarð stýrdi bóltinum í málið.
KÍ vann 2-1, og tað var kanska í tráð við leikgongdina, tí bæði liðini høvdu onkran stóran málmøguleika afturat málunum.
Sigurin ger, at KÍ hevur spælt seg til annað umfar í Champions League og eisini tryggjað sær í minsta lagi seks altjóða dystir afturat, sum merkir røkkstøkkdystir um at koma í deildarspæl. KÍ hevur nú tríggjar møguleikar at koma í deildarspæl, og er tí í somu støðu sum í 2023 og 2024, har KÍ megnaði tað fyrra árið, men ikki seinna árið. Fyrsti møguleikin er Kauno Zalgiris, sum er meistari og núverandi oddalið í Litava.
Mánadagin verður lutakast um, hvussu spælast skal í triðja umfari í altjóða kappingunum.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: