Hann hevur spælt 126 dystir í bestu deildini.
Skála seldi Simon Jørgensen til GAIS fyri áleið 350.000 kr. í vikuni. Men Skála fekk eisini tilgongd ístaðin. Enn hevur felagið ikki kunngjørt, hvørjir leikarar koma til felagið, men sumn skilst er ein Mórits Heini Mortensen, sum skiftir frá NSÍ, har hann bara spældi 11 minuttir í ár sambært FaroeSoccer. Hann hevur spælt tilsamans 126 dystir í bestu deildini. Í fjør spældi hann við EB/Streymi.
Eitt annað navn sum er sett ísamband við Skála er 19 ára gamli danin, Malthe Barsballe Nielsen, sum hevur spælt sum miðverji í Kolding. Hann var í hópinum hjá besta liðnum summar dystir, men spældi mest fyri U19-liðið.