Átta leikarar eru í dag farnir til onnur feløg, váttar formaðurin fyri bolt.fo.
KÍ skrivaði í kvøld, at Sólja Vinjardsóttir Johansen, Heidi Sevdal, Dania Andrasdóttir og Helga Mikkelsen skifta til KÍ. Og í dag hava søgur gingið um, at NSÍ hevur tikið kvinnuliðið úr kappingini. Tí vendu vit okkum til formannin Karstin Joensen.
- Vit hava ikki endaliga boðað frá at vit taka liðið úr kappingini. Men tað er nógv, sum bendir á tað. Undan kappingarbyrjan høvdu vit trupult at manna lið, og nú, tá ið átta leikarar eru farnir, ger tað okkara støðu enn verri, sigur hann.
Umframt leikararnir, sum eru farnir til KÍ, so eru Emma Charlotta Knudsen, Billa Justinussen og Lilja Weihe-Forsmo farnar til Skála, meðan Naomi Hansen er farin til 07 Vestur.