Mikukvøldið spælir KÍ seinna og avgerandi dystin í 1. umfari í Champions League í Luksembourg.
Dysturin verður á Stade de Luksembourg, har landsliðið vanliga spælir. Har hava fleiri KÍ-leikarar spælt áður. Føroyar spældu 2-2 móti Luksemborurg í 2022, har Jóannes Bjartalíð skoraði bæði málini. À føroyska liðnum vóru Gilli R. Sørensen og Hallur Hansson, sum væntast at byrja inni í mikukvøldið.
SolidSport hevur lagt eina leinkju út HER, men tað er ógreitt, um hon sást í Føroyum.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: