Sum skilst verður arbeitt við at nýggj HB-starvsnevnd verður klár at taka yvir undan starvsnevndarfundinum í kvøld.
Tað merkir, at gongst sum ætlað, so verður ikki nakað stríðsval um nakran sess, tí ein bólkur hevur í eina tíð arbeitt við at hava eina nýggja stgarvsnevnd klára til eykaaðalfundin í kvøld. Men allir starvsnevndarlimir skulu veljast á fundinum av uppmøttu limunum í HB, og tí kann í gundini alt henda á sjálvum fundinum.
Sambært okkara keldum, so bendur okkurt á, at fyrrverandi HB-leikarin Helga Ellingsgaard, sum árini 1987-2001 skoraði 87 mál í 115 dystum fyri HB sambært FaroeSoccer, verður nýggj forkvinna. Og afturat henni er navn sett á tey flestu um ikki øll hini í ætlaðu starvsnevndini, sum sambært núverandi viðtøkum kann telja upp til sjey fólk. Har ímillum verða fleiri fyrrverandi leikarar á besta kvinnu- og mansliðnum hjá HB.
Eykaaðalfundurin í HB-húsinum verður kl. 19.00, og tá skal alt avgerast av uppmøttu limunum í HB.