Í kvøld verður eykaaðalfundur í HB, har nýggj starvsnevnd skal veljast.
Nú kann eisini endaliga staðfestast, at øll starvsnevndin verður skift út. Vit hava spurt Ransan N. Djurhuus, sum er sitandi formaður í HB, og hann váttar, at eingin av sitandi starvsnevndarlimum stillar uppaftur.
Aðalfundurin hjá HB í kvøld verður kl. 19.00 í HB-húsinum.