AB styrkir hópin við fyrrverandi U21-landsliðsleikara.
AB skrivar:
JENS ERIK ER AB'ARI
Flytingarvindeygað steingir í morgin, men AB hevur í tøkum tíma tryggjað sær styrk til seinnu kappingarhálvu. Nýggjur spælari hjá AB er 24 ára gamli tvøroyrarmaðurin, Jens Erik Bruhn, sum hevur skrivað undir sáttmála fyri kappingarárini 2026 og 2027.
Hóast unga aldurin, so er tað ein leikari við eftirhondini nógvum royndum, ið nú kemur at royna seg á Argjum. Jens Erik spældi á fyrsta sinni í bestu deildini fyri TB sum 16 ára gamal í 2019, og síðani hevur hann higartil spælt tilsamans 131 dystir í Meistaradeildini. Teir flestu fyri barndómsfelagið, TB, men bæði í 2024 og 2025 spældi hann við EB/Streymi, har hann eisini royndist væl.
Jens Erik Bruhn er ein arbeiðssamur, orkuríkur og støðugur spælari, ið altíð er góður at hava á liðnum. Hann hevur í mestan mun spælt sum vongverji, men áður er hann eisini sæddur spæla á miðvøllinum. Tískil er hetta ein leikari, ið kann røkja fleiri pláss, og spennandi verður at síggja, hvør leiklutur hansara verður á AB-liðnum.
Jens Erik byrjar at venja við í næstum, tá hópurin savnast aftur eftir ein steðg. Seinna kappingarhálva stendur fyri framman, og møguliga fyrsti dysturin hjá okkara nýggja manni verður eitt satt brak, tá ið AB ólavsøkuaftan, 28. juli, skal niðan í Gundadal at spæla landskappingardyst ímóti B36.