logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Meinhard hevur skrivað undir við NSÍ
Mynd: Andrei Antal/FSF

Meinhard hevur skrivað undir við NSÍ

Skrivað : Jákup Ósá | 13-07-2026 12:00

Størsta leikaraflytingin í føroysku kappingini í kanska tvey-trý ár er veruleiki, nú landsliðsleikarin Meinhard E. Olsen skiftir til NSÍ. 

Tað er ikki óvæntað, tí tað er ein tíð síðani, at Norðlýsið skrivaði um hetta møguliga skiftið og í morgun skrivaði bolt.fo, at slapp Meinhard leysur úr Kolding, so bendi nógv á, at NSÍ vann kappingina við KÍ um undirskriftina. Tað vóru hesi bæði feløgini, sum sambært okkara upplýsingum kappaðust hesar síðstu vikurnar.

 

NSÍ skrivar:

Meinhard er heima aftur

NSÍ kann í dag við gleði kunngera, at Meinhard Egilsson Olsen er komin heim aftur. Felagið hevur skrivað undir ein 2,5 ára sáttmála við 29 ára gamla landsliðsleikaran, sum harvið bindur hann at NSÍ til og við kappingarárið 2028.

Eftir 11 ár í útlegd, bæði uttanlands og í øðrum feløgum, er Meinhard nú aftur gulur og svartur. Ein leikari, sum nógvir NSÍ áskoðarar minnast frá fyrstu ferðina í felagnum, og sum síðani hevur bygt upp drúgvar royndir á hægsta stigi bæði heima og uttanlands.

Meinhard fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá NSÍ í 2013. Við sínum ferðmikla spælistíli, dirvi og framúrskarandi høgra beini vísti hann skjótt sítt stóra potentiali. Í 2015 tók hann næsta stigið í yrkisleiðini, tá hann skifti til danska felagið Vendsyssel FF.

Síðani hevur fótbóltsleiðin ført hann gjøgnum fleiri sterk feløg í Norðurlondum. Umframt NSÍ hevur Meinhard umboðað B36 í Føroyum, Vendsyssel FF og Kolding IF í Danmark, Kristiansund BK, Bryne og Mjøndalen í Noregi, umframt svenska felagið GAIS. Hesi árini hava givið honum virðismiklar royndir frá ymiskum kappingum og fótbóltsmentanum.

Meinhard hevur umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum, og síðani 2019 hevur hann verið fastur partur av føroyska A-landsliðnum. Altjóða royndirnar og dygdirnar, hann hevur ment gjøgnum árini, verða ein stór styrki fyri NSÍ.

Meinhard er ein álopskendur leikari, sum dugir at skapa málmøguleikar bæði til sín sjálvs og liðfelagarnar. Hann er serliga kendur fyri sítt framúrskarandi høgra bein, góðu teknikkin, ferðini og evnini at avgera dystir við málum og uppleggum.

Hann er skrásettur fyri 93 dystir í bestu mansdeildini í Føroyum, har hann hevur fingið 28 mál.

Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunna bjóða Meinhardi vælkomnum heim aftur. Hann kennir felagið, mentanina og krøvini, sum fylgja við at umboða NSÍ, og vit eru sannførd um, at hann verður ein týdningarmikil partur av liðnum komandi árini.

Vælkomin heim aftur, Meinhard – vit gleða okkum at síggja teg í gulu troyggjuni aftur!

Saman standa vit sterk!

Share

Nýggjastu tíðindir

Avgerðin fellir á Stade de Luksembourg
Avgerðin fellir á Stade de Luksembourg
Arbeiða við at hava nýggja HB-starvsnevnd klára undan fundinum
Arbeiða við at hava nýggja HB-starvsnevnd klára undan fundinum
Staðfest: Eingin í HB-leiðsluni stillar uppaftur í kvøld
Staðfest: Eingin í HB-leiðsluni stillar uppaftur í kvøld
Jens Erik til AB
Jens Erik til AB
Jákup Martin takkar fyri seg – Jákup tekur yvir
Jákup Martin takkar fyri seg – Jákup tekur yvir
Flytingarvindeygað stongir í morgin
Flytingarvindeygað stongir í morgin
Hesin skal døma í Luksemborg
Hesin skal døma í Luksemborg
Vøllurin á Djúpumýru góðkendur til fleiri altjóða umfør
Vøllurin á Djúpumýru góðkendur til fleiri altjóða umfør
NSÍ tók ikki av
NSÍ tók ikki av
Endaligt: NSÍ-Hamrun Spartans byrjar kl. 19.45
Endaligt: NSÍ-Hamrun Spartans byrjar kl. 19.45
Simon Jørgensen venur við Allsvenskan felagi
Simon Jørgensen venur við Allsvenskan felagi
Brandur Jacobsen undan dystinum móti Stjarnan
Brandur Jacobsen undan dystinum móti Stjarnan
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Hamrun Spartans-hópurin er lendur
Hamrun Spartans-hópurin er lendur
Her kann Stjarnan-Víkingur stroymast
Her kann Stjarnan-Víkingur stroymast
Flogfarið er farið úr Bergen
Flogfarið er farið úr Bergen
Flogfarið er ikki farið úr Bergen enn
Flogfarið er ikki farið úr Bergen enn
Fara at royna aftur hósmorgunin
Fara at royna aftur hósmorgunin
Sigurdur Ragnar Eyjólfsson: Vit leggja dent á okkara spæl
Sigurdur Ragnar Eyjólfsson: Vit leggja dent á okkara spæl
Petur Knudsen: Hetta havi eg glett meg til síðani 2020
Petur Knudsen: Hetta havi eg glett meg til síðani 2020

Leikaraflytingar á sumri 2026

NavnFráTil
Jens Erik Bruhn(ikki spælt)AB
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Torkil Úlvur HolmB68TB
Bárður J. HansenNSÍ (1.deild)NSÍ
Símun KalsøEB/StreymurKÍ
Sebastian SlettegaardFC HelsingørSkála
Aleksandur Ó. Jensen(ikki spælt)B68
William RygaardAGF (U19)B36
Jákup N. VilhelmsenKÍVíkingur
Tobias HansenB36(uttanlands)
Sammy SkytteFA SiauliaiNSÍ
Rói H. Olsen07 VesturFC Hoyvík
Eiler Fróðason(ikki spælt)07 Vestur
Nicolai V. ChristensenSkiveKÍ
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Tóki N. RasmussenABFC Hoyvík
Pætur PetersenHillerødB36
Torgeir BørvenB36(ógreitt)
Adrian EdqvistNSÍ(ógreitt)
Erik SorgaHB(ógreitt)
Markus ReisiSkála(ógreitt)
Vís meira

Stigatalvan 2026

1. NSÍ34 stig
2. KÍ31 stig
3. B3627 stig
4. Víkingur26 stig
5. HB24 stig
6. AB20 stig
7. EB/Streymur17 stig
8. Skála14 stig
9. 07 Vestur13 stig
10. B6812 stig

Málskjúttar

Simon JørgensenSkála7 mál
Bogi Reinert-PetersenB366 mál
Árni FrederiksbergKÍ6 mál
Michal PrzybylskiNSÍ6 mál
Petur KnudsenNSÍ6 mál
Aron BenjaminsenVíkingur6 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ13 upplegg
Luca ThorstensenAB8 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur7 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ6 upplegg
Mathias VossHB6 upplegg
Dávid B. AndreasenB365 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ19 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur13 mál/upplegg
Simon JørgensenSkála10 mál/upplegg
Dávid B. AndreasenB369 mál/upplegg
Luca ThorstensenAB9 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ9 mál/upplegg
Mathias VossHB9 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 16. umfar

NSÍ12 mál
KÍ11 mál
EB/Streymur9 mál
Skála9 mál
B368 mál
B688 mál
AB7 mál
Víkingur7 mál
HB5 mál
07 Vestur4 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ5 mál
Víkingur6 mál
NSÍ6 mál
B36 7 mál
EB/Streymur7 mál
AB8 mál
Skála8 mál
07 Vestur9 mál
HB10 mál
B6814 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB23 mál
KÍ20 mál
B3619 mál
NSÍ18 mál
Víkingur17 mál
AB15 mál
B689 mál
EB/Streymur9 mál
07 Vestur8 mál
Skála6 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ7 mál
Víkingur8 mál
NSÍ9 mál
B3611 mál
HB13 mál
EB/Streymur13 mál
AB14 mál
Skála15 mál
07 Vestur17 mál
B6820 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

1. HB34 stig
2. KÍ31 stig
3. Víkingur24 stig
4. NSÍ12 stig
5. Skála10 stig
6. B369 stig
7. 07 Vestur4 stig

Málskjúttar

Julia Naomi MortensenHB11 mál
Brá ZakariasardóttirHB9 mál
Durita HummelandKÍ8 mál
Sólja ErnsdóttirKÍ8 mál
Malena OlsenKÍ7 mál
Tóra MohrKÍ7 mál
Tórunn H. JoensenKÍ7 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (5)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Árni FrederiksbergKÍ14
Páll KlettskarðKÍ14
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Michal PrzybylskiB36/HB7
Sølvi VatnhamarVíkingur7
Deni PavlovicKÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026