Síðsta freist hjá føroyskum feløgum at styrkja hóparnar er í morgin 14. juli kl. 16.00.
Síðsta døgnið plagar ymiskt at henda. Størsta flytingin kann blíva 29 ára gamli landsliðsleikarin Meinhard E. Olsen. NSÍ og KÍ hava víst honum stóran áhuga. Um hann sleppur leysur úr Kolding, har hann hevur sáttmála eitt hálvt ár afturat, so ljóðar, at NSÍ helst fer at vinna kappingina um undirskriftina.