Eingin broyting í dystartíðini, hóast Hamrun Spartans-hópurin fyri tað mesta hevur verið í flogførum ella á flogvøllum síðani týskvøldið.
Vit hava nú fingið váttað, at dysturin endaliga er álagdur at byrja kl. 19.45 sum allatíðina hevur verið ætlanin. Hamrun Spartans lendi beint áðrenn middag og hevur sum skilst havt ynski um at útseta dystin, tí felagið metir, at leikararnir eru ov illa fyri bæði kropsliga og sálarliga til at spæla í kvøld.
Men nú er einki ivamál longur, tí dysturin verður sum upprunaliga ætlað kl. 19.45 á Djúpumýru í Klaksvík.