Toppskjúttin í MeistaraDeildini hevur útlendskan áhuga.
Svenski miðilin Fotbollskanalen skrivar, at Simon Jørgensen royndarvenur við svenska Allsvenskan felagnum GAIS.
– Hann er her og royndarvenur hesa vikuna. Tað er ein vongleikari, sum kann spæla í báðum síðum. Ein óútrokniligur leikari, sigur venjarin Fredrik Holmberg, sum dámar væl tað, hann higartil hevur sæð av dananum.
– Hann sær lovandi út og er dugnaligur. Annars hevði hann ikki verið her.
GAIS liggur nummar seks í Allsvenskan eftir 12 umfør. Í fjør endaði liðið á 3. plássi og luttekur í Conference League í summar. Har skal liðið møta FC Nordsjællandi í 2. umfari.
Simon Jørgensen hevur sáttmála við Skála til og við 2027.