Sum skilst verður hetta einasta royndin, sum verður gjørd í dag.
Kl. 10.14 fór hópurin hjá Hamrun Spartans úr Bergen við leiguflogfari við kós móti Føroyum. Tað merkir, at um ein góðan tíma fæst at vita, um hópurin fær lent í Vága Floghavn, har nakað av mjørka er í løtuni, tó neyvan so mikið, at flogførini hjá Atlantic ikki fáa lent, um vit hyggja afturá í gjár. Spurningurin er bara, um hetta leiguflogfarið fær lent.
Sum skilst verður hetta einasta royndin hjá Hamrun Spartans at koma til Føroyar í dag. Eydnast ikki at lenda flýgur hópurin aftur til Malta, og tá er sannlíkt, at dysturin verður fluttur til fríggjakvøldið.