Enn er óvist, um dysturin hjá NSÍ kann spælast í kvøld.
Hamrun Spartans-hópurin skuldi við leiguflogfari lenda kl. 8.30, men mjørki er framvegis á flogvøllinum, og tí er flogfarið ikki farið úr Bergen enn. Sum skilst er ætlanin í løtuni at fara úr Bergen kl. 10.00.
Dysturin skal eftir ætlan spælast kl. 19.45. Tað er bara Hamrun Spartans, sum ikk er komið til Føroyar. Dómarar, eugleiðari og UEFA-umboðsmaður eru komnir uppá pláss.
Viðmerkjarar og fólk í leiðslum hjá føroyskum feløgum hava mangan víst á, at tá ein skal spæla í Føroyum, so er neyðugt at koma fyrr enn vanligt og at koma við Atlantic heldur enn leiguflogførum hjá øðrum, ið ikki hava neyðugu loyvir og útgerð til at lenda, tá mjørki argar. Øll flogfør hjá Atlantic lendu bæði í gjár og fyrradagin. Hetta við at leiguflogfør ikki fáa lent undan dystum er ikki óvanligt. Tað byrjaði longu í 1993, tá HB vann dyst á pappírinum, tí móitstøðuliðið ikki lendi. Í 2018 og 2021 hendi tað aftur, tá mótstøðulið hjá KÍ ikki fingu lent.