Hamrun Spartans-hópurin fer at royna aftur hósmorgunin at koma til Føroyar.
Leiguflogfarið frá Bergen stendur til at lenda kl. 08.30. Okkara upplýsingar siga, at lendur hópurin, so er mest sannlíkt, at dysturin verður hóskvøldið. Lendur hópurin ikki, so er sannlíkt, at dysturin verður útsettur eitt døgn og verður leiktur fríggjakvøldið.
Í kvøld er framvegis mjørki á flogvøllinum.