Tað er torført at fyrireika seg uppá mótstøðuliðið, tí teir hava nýggjan venjara, nógvar nýggjar leikarar og hava bara spælt ein venjingardyst. Tí leggur NSÍ-venjarin størsta dent á sítt egna lið til Conference League dystin hóskvøldið móti Hamrun Spartans frá Malta.
Hann heldur at Hamrun Spartans er favorittur, men at NSÍ hevur ein møguleika, tí liðið hevur havt eitt gott kappingarár og hevur gott sjálvsálit. Hoyr samrøðu niðanfyri undir ’’ljóðbrot’’.