Liðskiparin hjá NSÍ spælir sín fyrsta altjóða dyst fyri NSÍ síðani 2020. Vit hittu hann eftir kvøldsins venjing í Klaksvík.
Í fjør var hann skaddur alt summarið og tað gjørdi, at hann ikki var við móti HJK Helsinki. Men nú er Petur tøkur og hann gleðir seg.
- Vit eru væl fyri. Vit hava nógvar yngri leikarar sum orka væl at spæla nógvar dystir, og tað sóu vit m.a. móti Víkingi, tá vit koma afturíaftur í seinna hálvleiki. Vit vita ikki so nógv um mótstøðuliðið, tí teir hava nýggjan venjara og eini 10 nýggjar leikarar. Men vit trúgva uppá at vit hava ein møguleika, og tá er týdningarmikið at fáa eitt gott úrslit á heimavølli. Síðani Guliganz bleiv endurstovnað, so hevur Guliganz gingið á odda og tað hevur stóran týdning fyri okkum, at nógvir áskoðarar møta upp, sigur ein bjartskygdur Petur Knudsen.