Tað nýggjasta um mótstøðuliðið hjá NSÍ.
Nú er greitt, at hópurin hjá Hamrun Spartans, sum eftir ætlan skal møta NSÍ í morgin, ikki kemur til Føroyar í dag. Leiguflogfarið vendi og fór til Bergen. Fyrst sat hópurin ein tíma í flogfarinum og ætlanin var at fara at gera nýggja roynd, um líkindini batnaðu í Føroyum, men so var avgerð tikin um, at eingin roynd blev gjørt afturat í dag. Sum skilst kann hetta skyldast hvílutíð o.a. hjá flogskiparunum v.m.
Hamrun Spartans hevur sambært okkara upplýsingum sent ynski til UEFA um at flyta dystin eitt døgn, meðan NSÍ ynskir at fáa dystin spældan sum upprunaliga ætlað.
Enn hevur UEFA ikki tikið eina avgerð. Í reglunum er heimmild fyri at útseta dystin til fríggjakvøld. Sum skrivað aðrastaðni á heimasíðuni, so væntast lítil ella eingin broyting í veðrinum komandi dagarnar, men flogførini hjá Atlantic eru lend í dag, tó at summi máttu bíða leingi eftir líkindum.
Í 2021 spældi KÍ móti RFS, sum tá var seinkað og lendi á dystardegnum. Í 2018 bleiv dysturin hjá KÍ móti Zalgiris útsettur frá týsdag til mikudag, tí Zalgiris ikki lendi til tíðina.