Luksemborgsku miðlarnir eru samdir um, at KÍ var greitt omaná fyrsta partin av dystinum móti Bissen. Men málið hjá gestunum til 2-1 hevur givið luksemborgsku meistarunum vón undan seinna dystinum.
KÍ vann týskvøldið 2-1 á Atert Bissen í fyrra dystinum í fyrsta undanumfari í Champions League. Í Luksemborg verður nógv skrivað um søguliga fyrsta evropeiska dystin hjá Bissen.
Ítróttarmiðilin Mental skrivar, at Bissen var undir stórum trýsti fyrsta hálva tíman, men at liðið síðani megnaði at koma inn í dystin og svara intensitetinum hjá KÍ.
– Eftir at hava verið álvarsliga kroyst fyrsta hálva tíman, megnaði Bissen at koma inn í dystin og svara intensitetinum hjá heimaliðnum, skrivar Mental.
Yvirskriftin hjá miðlinum er: „Bissen gevur sær sjálvum rættin at trúgva.“
Le Quotidien hevði tíðindamannin Simon Butel á staðnum í Klaksvík. Hann er eisini greiður í sínari lýsing av byrjanini hjá KÍ.
Miðilin skrivar um ein „føroyskan storm“, sum Bissen skuldi ígjøgnum.
KÍ legði frá byrjan stórt trýst á brotsteigin hjá gestunum. Le Quotidien leggur serliga merki til, at KÍ sendi allar deyðbóltsstøður og eisini long innkøst inn í brotsteigin.
Tað verður lýst sum nakað, ið tykist vera ein føroysk sergrein.
– Fyrsti hálvi tímin gav orsøk til at óttast tað ringasta, skrivar Le Quotidien um støðuna hjá Bissen.
Árni Frederiksberg verður lýstur sum ein sera vandamikil leikari. Hann var við í fleiri støðum í fyrra hálvleiki og legði seinni upp til 2-0 málið hjá Pálli A. Klettskarð.
Le Quotidien byrjar dystarfrásøgnina við einari serligari lýsing av Føroyum.
Miðilin skrivar, at Føroyar eru eitt stað, har fólk á gøtuni av sínum eintingum bjóða fremmandum hjálp, um tey leita eftir einum vegi ella einum hýruvogni.
Men á fótbóltsvøllinum er støðan ein onnur.
– Føroysku meistararnir úr Klaksvík eru heldur av tí slagnum, sum ikki vísa mótstøðuliðnum nakran blíðskap og revsa mistøkini hjá teimum, skrivar miðilin.
Bissen fekk sambært Le Quotidien somu læru sum Differdange fekk í Klaksvík fyri tveimum árum síðani.
Bæði Mental og Le Quotidien leggja dent á, at dystarmyndin broyttist eftir fyrstu 30 minuttirnar.
Bissen fekk betur fatur á dystinum, og eftir at KÍ økti til 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki, svaraðu gestirnir aftur.
Le Quotidien heldur, at KÍ flutti liðið longri aftur eftir 2-0 málið, og tað kom at kosta. Tiago Rodrigues minkaði um munin til 2-1, og tað málið verður mett sum sera týdningarmikið fyri vónirnar hjá Bissen.
Yvirskriftin hjá Le Quotidien er: „Slignir við einum máli í Klaksvík, men Bissen varðveitir rættin at droyma.“
Chronicle er meira nøkturn í sínari dystarfrásøgn og staðfestir, at KÍ skapti fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki, áðrenn Bissen svaraði aftur eftir 2-0 málið.
Felags fyri luksemborgsku umrøðuna er, at Bissen verður mett at hava yvirlivað eina sera torføra byrjan í Klaksvík.
KÍ vann dystin, men 2-1 málið hjá Bissen hevur givið luksemborgsku meistarunum vón undan seinna dystinum á Stade de Luxembourg, sum ikki er vanligi heimavøllurin hjá Bissen, men tjóðarleikvøllurin í Luksemborg.
Har skal Bissen spæla fyrsta evropeiska heimadystin í søgu felagsins.
Seinni dysturin verður spældur mikukvøldið 15. juli.
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: