Hamrun Spartans fór av Malta við leiguflogfari í morgun, men flogfarið fór úr Føroyum aftur uttan at fáa lent.
Hamrun Spartans skal eftir ætlan møta NSÍ í Klaksvík í annaðkvøld kl. 19.45. Sum skilst skuldi hópurin koma til Føroyar við leigutúri í gjár, men valdi at útseta vegna veður. Í morgun fór hópurin á flog og tók túrurin áleið fimm tímar at flúgva til Føroyar. Men líkindini at lenda í Vága Floghavn eru vánalig í dag og flúgvarin við hópinum hjá Hamrun Spartan hevur nú sett kósina móti Bergen. Fleiri flogfør skuldu lenda fyrrapartin, men einki er lent enn og fleiri eru avlýst. Tó royna summi hjá Atlantic at lenda nú um middagsleiti.
Ættin í løtuni er útsynningur og tann ættin stendur á veðurkortum til at verða restina av degnum og í allan morgin.
UEFA-dystir skulu vanliga avgreiðast millum týsdag og hósdag. Lendur hópurin á dystardegnum, so er neyvan nakar trupulleiki av avgreiða dystin. Tað var hetta sum hendi í 2021, tá RFS møtti KÍ. Tá bleiv dysturin útsettur ein tíma til kl. 20.00 um kvøldið.