Í gjár vóru síðstu dystirnir, har 07 Vestur vann fyri fyrstu ferð í ár.
Bæði liðini sum kappast um FM vunnu stórsigrar. HB vann 6-0 móti Skála, meðan KÍ vann 8-0 móti NSÍ. Mest sermerkt var, at 07 Vestur vann 3-0 á B36, tí tað var fyrsti sigurin hjá 07 Vestur í ár.
Grundspælið er liðugt og nú fara liðini í FM-bólk og bólk b. HB, KÍ, Víkingur og NSÍ verða í FM-bólkinum og fáa stigini við sær. Í bólki b verða B36, Skála, 07 Vestur og ÍF. Fyrst er summarsteðgur.