HB skal hava nýggja starvsnevnd.
Ransin N. Djurhuus er formaður í HB, og hann váttar fyri bolt.fo, at HB fer at hava eykaaðalfund 14. juli, har eingin í núverandi starvsnevnd stillar upp aftur. Hann sigur, at orsøkin er, at tað eru fólk í HB, sum ynskja eina nýggja kós í HB og núverandi starvsnevnd heldur, at hetta er rætta løtan at loyva nýggjum kreftum framat, áðrenn sáttmálar við høvuðsvenjara og leikarar til komandi ár verða gjørdir.
HB liggur á 5. plássi í landskappingini og hevur tveir dystir eftir áðrenn summarsteðgin.
Greinin er rættað kl. 19.50