Hjá Skála liggur í kortunum, at liðskiparin gevst í summar.
33 ár gamli Jákup Jakobsen hevur sum liðskipari spælt allar minuttirnar í ár hjá Skála sambært FaroeSoccer. Hann hevur síðstu árini verið ivasamur fleiri ferðir og ein skaði hevur eisini darvað.
Sambært okkara upplýsingum, so hevur avtalan allatíðina verið, at Jákup spælir fram til í summar og so gevst hann. Skal tað broytast, so skal hann yvirtalast til at broyta støðu, og tað liggur ikki í kortunum í løtuni.
Tískil bendur nógv á, at dystirnir móti HB og B68 verða teir síðstu hjá liðskiparanum fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum.