Víkingur vann 4-0 og tað lýsti væl dystin, har tað var einvegis ferðsla.
Tað verða somu finalulið sum í 2016, 2022 og 2025. Víkingur var fleiri klassar betri enn HB frá byrjan av og í hálvleikinum var 2-0. Fyrsta partin av seinna hálvleiki kundi Víkingar skorað fleiri mál, men málini komu og tá tað bleiv 4-0, so slakkaði Víkingur av og skifti onkran lyklaleikara út. Eftir 4-0 kom HB betri við. Málini hjá hjá Víkingi skoraðu Jákup Johansen (2) og Sølvi Vatnhamar (2).
KÍ-Víkingur spæla finaluna um løgmanssteypið 5. september.