FC Hoyvík í næstbestu deildini styrkir seg.
Rói H. Olsen skifti undan hesum kappingarárinum frá AB til 07 Vestur. Har fekk hann sambært FaroeSoccer fýra dystir á besta liðnum. Nú er summarflytingarvindeygað opið og í vikuskiftinum sóu vit, at Rói spældi á liðnum hjá FC Hoyvík, sum vann 1-0 á útivølli móti HB. Nýggjur venjari hjá FC Hoyvík er Bárður Olsen, sum er boyggi Róa. Fyrr í summar skifti Tóki N. Rasmussen frá AB til FC Hoyvík.
FC Hoyvík liggur næstaftast í 1.deild, men hevur vunnið báðar teir síðstu dystirnar.