NSÍ er nýtt oddalið eftir 14. umfar, har bornstríðið og Evropastríðið harnaði.
Eitt spennandi 14. umfar eru leikt í vikuskiftinum. NSÍ vann tepurt á B68, og tað var nokk at yvirtaka oddasessin, tí KÍ spældi javnleik móti Víkingi. Har spældi KÍ allan seinna hálvleik við 10 móti 11.
Skála fekk bjargað sær ein týdningarmiklan javnleik í yvirtíðini móti EB/Streymi í harða botnstríðnum, har 07 Vestur vann fyri fyrstu ferð undir nýggja venjaranum, tá AB fór heimaftur við 2-0 tapi. Sørin Samuelsen fekk reytt kort tíðliga í dystinum og frammanundan hevði Jimmy Abdul leikbann.
B36 spældi ein sera vánaligan fyrra hálvleik móti HB, har B36 onga málroynd hevði hvørki á ella uttanfyri málið, og tað revsaði HB við tveimum málum. Í seinna hálvleiki økti HB, og so kundi Lukasz Cielsewicz fegnast um ein sigur í síni fyrstu roynd sum høvuðsvenjari hjá HB.
Úrslitini hetta umfarið gjørdu, at Evropastríðið harðnar, har B36 nú hevur styttri veg til 4. pláss enn 1. pláss. Botnstríðið harðnaði eisini, har trý stig eru frá nummar sjey til nummar 10.
Vit hava tískil eina sera spennandi kapping í løtuni, har øll liðini hava sera nógv at spæla fyri.
Úrslitini í 14. umfari:
Víkingur-KÍ 2-2
EB/Streymur-Skála 1-1
NSÍ-B68 1-0
B36-HB 0-3
07 Vestur-AB 2-0