B36 sigst verða millum feløgini, ið ynskja at fáa toppskjúttan hjá B71.
B71-formaðurin váttar áhugan
Tað ljóðar, at B36, ið leitar eftir álopsleikara, vísir áhuga fyri 23 ára gamla danska toppskjúttanum í 1.deild Lucas Ørneborg, sum sambært FaroeSoccer hevur skorað 16 mál í 14 dystum fyri oddaliðið B71. Hann hevur sáttmála við B71 árið út, so helst skal hann keypast leysur, og B71 ynskir neyvan at selja, nú liðið liggur til uppflyting. Vit hava spurt formannin í B71, Búa F. Clementsen, um hald er í søgunum. Hann sigur, at hann kann vátta at tað er áhugi úr Føroyum og uttanlands fyri Lucas og onkrum av hinum útlendsku leikarunum hjá B71. Men at tað skal eitt gott boð til, um B71 skal umhugsa at selja toppskjúttan.
B71 liggur á odda í deildini og hevur heili 15 stig niður til nummar fýra. Í topp 3 eru bara FC Suðuroy og B71, sum kunnu flyta upp.