HB hevur sett ein fyribils venjara.
Tað verður hjálparvenjarin Lukasz Cielsewicz, sum verður fyribils venjari hjá HB. Tað váttaði formaðurin Ransin N. Djurhuus, fyri FM1 á middegi. Síðani veldst um hvussu gongdin verður og um Lukasz fer at halda fram. Hetta er líknandi støða sum var við André Olsen í fjør. Annars heldur alt venjaratoymið fram, har Tróndur Jensen legst afturat.
HB spælir sunnudagin grannauppgerð móti B36 og so hósdagin seinnu hálvfinaluna móti Víkingi.