Í morgin bresta systkinabørnini, sum eru bestu álopskendu leikarar í kappingini í ár, saman í dysti millum formsterkastu liðini í kappingini.
34 ára gamli Árni Frederiksberg hjá KÍ hevur klárt flest málstig í deildini higartil. Heili 18 sum ger, at hann hevur tvífalt so nógv sum tann næsti á listanum. KÍ hevur skorað 29
18 ára gamli Aron Benjaminsen hjá Víkingi hevur nú næstflest málstig í deildini higartil. Tað var í 10. umfari á Argjum, at Aron byrjaði at umseta sítt annars lovandi spæl til reglulig málstig. Síðani tann dystin hevur Víkingur skorað átta mál í fýra landskappingardystum, har Aron hevur skorað ella lagt upp til sjey av teimum. Aron hevur tilsamans níggju málstig. Gongdin síðani 10. umfar bendur á, at tað kanska verður Aron, sum fer at verða næstur Árna á listanum fyri málstig.
KÍ og Víkingur eru formsterkastu liðini síðstu fýra umførini, har KÍ hevur vunnið 12 stig, meðan Víkingur hevur vunnið 10 stig.
Dystur millum systkinabørnini
Tað er tó eitt tætt samband millum teir báðar størstu álopskendu profilarnar í kappingini í ár. Tí Árni og Aron eru systkinabørn og harafturat er Árni eisini gubbi hjá Aroni. Hetta er aðru ferð, at teir hittast í innanhýsis dysti. Fyrstu ferð var í 2. umfari í Klaksvík í ár, tá KÍ vann 1-0 í spennandi dysti.
Dysturin í Sarpugerði byrjar kl. 18.30.