Lutakastið hevur verið til 1. umfar í Champions League og Conference League.
KÍ-Bissen (Luksemborg)
Víkingur-Stjarnan (Ísland)
NSÍ-Hamrun Spartans (Malta)
Øll tey føroysku liðini trektu hemavøll fyrst og hava heimavøll í Klaksvík, so spurningurin er, um onkur dystur verður býttur um ella fluttur til Tórsvøll. Tó er vist, at KÍ spælir á heimavølli fyrst, tí Champions League liðini hava fyrstu raðfesting at fáa sítt lutakast. Dagfestingar og endalig staðseting kemur frá UEFA í kvøld ella í morgin.
Vit koma at greina hesi mótsøðuliðini nógv meira seinni, men yvirskipað kann mann siga, at øll tey føroysku liðini eiga at hava møguleikar, tí føroysk lið hava áður sent lið frá Luksemborg, Íslandi og Malta út úr altjóða kappingum.