Í dagsins Fótbóltspráti var m.a. leikaraflyting, langtíðarskaða og eitt gott AB-lið á skránni.
M.a. kom fram, at Víkingur væntandi missir ein leikara í summar. Sambært okkara upplýsingum, so er tað U21-landsliðsleikarin Árni Nóa Atlason, sum skiftir til Vendsyssel í næstbestu donsku deildini. Í sendingini kom eisini fram, at HB-liðskiparin Bartal Wardum vegna skaða neyvan spælir aftur í ár og so var eisini nógv rós til AB, sum er komið heilt uppá á 17 stig sum uppflytari. Hoyr sendingina HER