Skála fer væntandi at fáa tilgongd í summar m.a. tí at hesin er givin.
19 ára gamli Markus Reisi úr Svøríki skifti til Skála undan hesum kappingarárinum frá MB, har hann spældi eftir summarsteðgin í fjør. Hann byrjaði iunni teir tríggjar fyrstu dystirnar, men fekk so ein skaða og síðani hava vit einki sæð til hann. Pauli Poulsen, høvuðsvenjari, segði við bolt.fo eftir dystin í gjár, at hann ikki longur er partur av hópinum. Pauli segði eisini, at arbeitt verður fyri at styrkja um hópin í hesum flytingarvindeyganum sum lat upp í dag.