Tað nærkast til at KÍ kann kunngera nýggjan leikara, sigur venjarin, sum eisini sær fram til lutakastið í Champions League týsdagin.
Vit hittu KÍ-venjaran eftir dystin á Skála, har KÍ vann 4-1.
- Vit byrja sera illa og geva eitt bíligt mál burtur. Fyrsta korterið er so vánaligt, at tað eigur ikki at bera til, tí vit hava tosað um tað gjøgnum vikuna, at tað hevur verið feria o.s.v. Men hinvegin, so er tað flott komið aftur og vit skaptu eina rúgvu av málmøguleikum. Vit kundu vunnið størri, men teir kundu eisini havt skorað brotsspark, og so høvdu vit blivi trýstir sum móti EB/Streymi og AB, segði Magnus Powell.
Landsliðsferia er ikki orsøkin
Tá landsliðssteðgur er, so velur Magnus Powell ofta at geva leikarunum, sum ikki eru á landsliðnum, frí í áleið eina viku frá felagsvenjingum, og vit spurdu, um hetta kann verða orsøkin til vánaligu byrjanina uppá dystin.
Tað er í stóran mun somu leikarar, sum hava spælt burtursæð frá Daniel Johansen, sum skuldi finna seg til rættis á nýggjum plássi. Leikararnir hava havt eitt programm at vant eftir, so í míni verð var tað meir ein hugburðstrupulleiki, at vit byrjaðu so illa. Vit sóu tað sama hjá B36 og Víkingi í gjár, at tey byrjaðu illa, segði KÍ-venjarin.
Tí tekur KÍ frí í landsliðssteðgum
Vit spurdi KÍ-venjarin, hví hann velur at geva hópinum frí frá felagsvenjingum í eina viku, tá landsliðssteðgir eru. Orsøkin er, at KÍ hevur onga summarferiu, tí tá eru altjóða dystir.
- Tað er fyri, at leikarar skulu fáa frí. Vit hava útlendskar leikarar, sum kunnu sleppa heim at vitja sínar familjur og teir fáa ikki møguleikan at fáa frí aftur fyrr enn landsliðssteðgur verður síðst í september. So eg haldi tað er betur, at teir sleppa heim at vitja. Vit hava kropsliga venjaran Ragnar Poulsen, sum er dugnaligur og gevur leikarunum programm at venja eftir, og teir heva vestar, so vit fáa fylgt við, at teir venja tað sum teir skuui. Vit gjørdu júst tað sama í fjør, sigur Magnus Powell.
Hópurin blívur sterkari
Komandi vikurnar vónar KÍ-venjarin, at hópurin verður sterkari, tí leikarar koma aftur frá skaðum, meðan flytingarvindeygað eisini letur upp. Hallur Hansson venur aftur og René S. Joensen er byrjaðu at renna.
- Hallur venur aftur og vit vóna, at hann verður tøkur til komandi dyst. René er nakað longri burtur, men hann er í einari jaligari menning, har vit vóna, at hann kann fáa spælitíð áðrenn altjóða dystirnar.
- Vit kunnu vænta ein nýggjan málverja. Men tað er ikki so lætt, tá vit vilja hava ein, sum skal inn at kappast. Tað hevði verið lættari, um vit skulu havt ein fyrsta málverja, men vit hava jú ein góðan málverja í Mark F. Jensen, og eg eri erligur fyri leikarunum, so teir vita, hvat teir koma til. Annars hava vit nógvar leikarar og vit fáa tveir aftur í Halli og René. Um aðrir leikarar skulu koma inn, so mugu leikarar út.
- Tað er allatíðina uppringingar við áhuga fyri leikarum hjá okkum. Har mugu vit taka støðu í hvørjum einstøkum føri, hvat vit gera. Eg havi sagt, at vit hava saknað ein 10’ara fyri Patrik Johannesen, sum bleiv skaddur, men vit hava teir leikararnar sum vit hava og so mugu vit síggja.
Champions League lutakastið
Týsdagin verður lutakast til 1. umfar í Champions League.
- Vit vóna at fáa eitt lið, har vit hava góðan møguleika at koma víðari. Fáa vit Gyor (meistararnir í Ungarn) ella okkurt slíkt lið, so verður tað torført, men vit vóna at fáa hepni í lutakastinum. Men óansæð, so verða tað nakrir truplir dystir, har dystirnir í 1. umfari hava sera stóran týdning fyri felagið. Tað verður spennandi, men fyri meg er fokus á Víking, sum er komandi dystur. Vit hava truplar dystir fram til altjóða dystirnir byrja. Vit hava ein mánaða fram nú, ið er týdningarmikil fyri felagið, og tað havi eg sagt við leikararnar, segði Magnus Powell.