Í morgin letur summarflytingavindeygað upp.
KÍ vann 4-1 á Skála í dag í einum løgnum dysti, har Skála sat á øllum fyrstu 25 minuttirnar, meðan KÍ so javnaði og sat á øllum restina av dystinum.
Venjarin hjá Skála, Pauli Poulsem, var nøgdur við partar av fyrra hálvleiki, har Skála kanska átti av havt skorað meir enn bara eina málið, sum hann helt fyri í samrøðu við bolt.fo. Men at enda var tað dygdin á KÍ-liðnum sum bleiv avgerandi, helt hann.
Hava skift leikskipan
Skála byrjaði kappingarárið við at spæla leikskipanina 5-4-1, men móti 07 Vestur bleiv skift til 4-4-2, sum aftur bleiv brúkt í dag.
Pauli greiðir frá, at Skála hevur skift til eina meira álopssinaða uppstilling, tí at fleiri álopsleikarar eru blivnir tøkir. Fyrr í ár vóru Maxwell Effiom, Markus Isaksen og Martin Johansen ikki tøkir, men nú eru fleiri av teimum tøkir og tað gevur fleiri møguleikar. Nú kann Skála spæla báðar leikskipanirnar, sum hann vísir á.
Ætla at styrkja um hópin
At enda spyrja vit, um vit kunnu vænta leikaraflytingar hjá Skála í summar.
- Vit hava onkrar skaðar, men ikki breiðan hóp, so tað má telvast. Vit vóna ikki at missa nakran leikara í summar og so hyggja vit uppá at fáa okkurt inn, sigur Pauli Poulsen at enda við bolt.fo.