Í gjár skoraði liðskiparin hjá Víkingi sítt fyrsta mál í landskappingini í ár, og tað merkir, at elsti leikarin í deildini hevur skorað 19 kappingarár á rað í bestu deildini.
40 ára gamli Sølvi Vatnhamar er uppá nógvar mátar søguligur í Víkingi. Hann hevur skorað flest mál fyri felagið, hann hevur skorað flest mál í altjóða fótbólti fyri felagið og í gjár fekk hann sett flugubein við, at hann eisini hevur skorað í bestu deildini øll 19 árini, sum Víkingur hevur leikt (stovnað í 2008) sambært FaroeSoccer. Frammanundan hevði hann skorað fýra mál í kappingini um løgmanssteypið í ár. Og tað kundi enntá verið meir hjá Sølva, tí hann skoraði eisini tey fýra síðstu árini í barndómsfelagnum LÍF árini 2004-2007, men LÍF spældi í næstbestu deildini tá.
Tað er óvanligt, at leikari skorar 19 kappingarár á rað í bestu deildini.
Fróði Benjaminsen skoraði fyrstu ferð í bestu deildini í 1996 og skoraði øll árini hann spældi í bestu deildini fram til 2019, tá hann gavst. Tað gevur 23 kappingarár. Men tey komu ikki fylgjandi ár, tí í 2004 spældi Fróði í íslendskum fótbólti.